Koyriforboð dýrkar og seinkar Sandoyartunnilin

20.07.2021 - 19:05
Innlendis›Samfelag
Koyriforboð dýrkar og seinkar Sandoyartunnilin
Sandoyartunnilin verður bæði dýrari og seinkaður, nú forboð er sett fyri at koyra við lastbilum gjøgnum Havnina um náttina, sigur stjóri í tunnilsfelagnum

Sandoyartunnilin kann gerast bæði munandi dýrari og verða nógv seinni liðugur orsakað av forboðnum fyri at koyra við gróti í lastbilum yvir 26 tons á einum 200 metra strekki á Velbastaðvegnum um náttina.

Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum. Hann ávarar eisini ímóti einari stórari skattarokning til føroyingar.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðuni, at:



"Heðin Mortensen, borgarstjóri, boðar nú frá, at ferðslunevndin, kommunan og løgreglan eru vorðin samd um ein leist í sambandi við náttarkoyringina við gróti gjøgnum Havnina.

Sum sæst á myndini er ein undanfráboðan sett upp á Velbastaðvegnum við Norðasta horn, og 200 metrar longur niðri, við Granagøtu, stendur forboðsskelti, sum bannar lastbilum yvir 26 tons at koyra inn í býin millum kl 22 og 07 yrkadagar. Sunnudag er ongin koyring.

Øll onnur skelti í sambandi við náttarkoyringina eru tikin burtur. T.v.s. at forboðið er bert galdandi fyri ferðslu inn í Havnina eftir Velbastaðvegnum.

Skipanin kemur í gildi í kvøld á midnátt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162