- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umlegging til grøna orku er svørt
Hevur tú keypt tær el-bil? Ella hitapumpu?
Tað ljóðar grønt - men tað er tað ikki. Tí í løtuni er øll nýggj umlegging til grøna orku svørt. Tað vísa nýggjastu tølini frá Umhvørvisstovuni.
Orsøkin er manglandi megi at framleiða vind- og vatnorku, sigur Maria Gunleivsdóttir Hansen, av Umhvørvisstovuni.
Hóast vit síðani 2009, eins og onnur lond, hava havt eitt politiskt mál um at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum, hevur útlátið av CO2 verið støðugt vaksandi. Útlátið er økt við 50 prosentum seinastu 4 árini, telja vit útlendsku skipini, sum bunkra í Føroyum, við.
Uttan útlendsku skipini er talan um eina øking uppá 25 prosent í alt seinastu 4 árini.
Frá 2019 til 2020 vaks útlátið við 4-5 prosentum.
Tað er serliga oljan sum er trupulleikin.
Hoyr innslagið í tíðindunum kl. 12.20