Jóhan á Plógv Hansen: "Tað kennist óveruligt"

05.08.2021 - 18:15
ÍtrótturHondbóltur
Jóhan á Plógv Hansen: "Tað kennist óveruligt"
Jóhan á Plógv Hansen skrivaði føroyska ítróttarsøgu, tá danska mansliðið í hondbólti í dag tryggjaði sær pláss í OL-finaluni. Nú er Jóhan tryggjaður eitt OL-heiðursmerki
Mynd: Lars Møller, Håndboldherrene á Facebook  
Glaðir leikarar á danska mandsliðnum í hondbólti eftir 27-23 sigurin á Spania í OL-hálvfinaluni. Nr 26 er Jóhan á Plógv Hansen

Tað kennist óveruligt, sigur Jóhan á Plógv Hansen skrivaði í dag føroyska ítróttarsøgu, tá hann var við at tryggja Danmark pláss í OL-finaluni í hondbólti.

Sostatt verður Jóhan á Plógv Hansen fyrsti føroyingur, sum vinnur eitt OL-heiðursmerki.

Vit fingu orðið á Jóhan á Plógv Hansen beint eftir hálvfinaluna móti Spania, sum Danmark vann 27-23.

Her skorar Jóhan á Plógv Hansen við at skjóta aftur um bakið á sær sjálvum, tá tað manglar ein minuttur av dystinum. Málið avgerð endaliga OL-hálvfinaluna. 

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ JÓHAN Á PLÓGV HANSEN

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2024
175332
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066