Hjúnabandið hevur ongantíð havt løgfrøðiligt gildi

08.09.2021 - 13:37
InnlendisSamfelag
Hjúnabandið hevur ongantíð havt løgfrøðiligt gildi
Eingin kunnaði útlendsku kvinnuna, hvørki nú, ella tá tey komu til Føroya at búgva
Ert tú giftur í eitt nú Tailandi ella Filipsoyggjunum, skal hjúnabandið løggildast í upprunalandinum fyri at hava gildi, sigur Familjufyrisitingin.

Tað er ikki altíð bara sum at siga tað at verða skildur.

Tað mátti ein útlendsk kvinna sanna, tá hon skuldi skiljast frá sínum føroyska manni.

Tað vísti seg nevnliga, at hjúnabandið ongantíð hevur verið løgfrøðiliga galdandi í Føroyum.

Men ikki nóg mikið við tí: eingin hevur kunnað hana um hetta, hvørki nú, ella tá ið tey komu til Føroya at búgva.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Sambært Familjufyristingini eru giftarmál í flest øllum evropeiskum londum, USA og Kanada løgfrøðiliga galdandi í Føroyum, men ert tú giftur í eitt nú Tailandi ella Filipsoyggjunum, skal hjúnabandið løggildast í upprunalandinum fyri at vera galdandi.

Familjufyrisitingin er sinnað at broyta mannagongdir viðvíkjandi kunning, sigur Moncia Hjelm Rasmussen, stjóri.

Ein samrøða við hana verður at hoyra í tíðindunum klokkan seks kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585