Vísir aftur, at hann legði seg út í raksturin

15.09.2021 - 13:17
InnlendisSamfelag
Vísir aftur, at hann legði seg út í raksturin
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ger viðmerkingar til tað, sum Finnbogi Midjord, sýslumaður, hevur sagt um springaradrápið
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at hann hevur bara sagt, hvat grindalógin heimilar, og hann vísir aftur, at hann hevur lagt seg út í springararaksturin.

- Eg havi ikki lagt meg út í raksturin, bara sagt, hvat løgtingslógin heimilar.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú sýslumaðurin í streymoyarøkinum sigur, at tað var Jacob Vestergaard, sum gav loyvi til at halda springarunum til á Skálafjørðinum.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, segði í gjár, at tað var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum hevði givið grindaformonnunum í Eysturoynni grønt ljós at reka springararnar inn á Skálafjørðin, men tað vísir Jacob Vestergaard aftur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537