Vænta ikki at fiska makrelkvotuna í ár

23.09.2021 - 09:13
InnlendisVinna
Vænta ikki at fiska makrelkvotuna í ár
Higartil eru fiskað umleið 90.000 tons, ella 53 prosent av heildarkvotuni
Skiparin á Tummasi T, Virgar Fagraklett, væntar ikki, at makrelkvotan verður fiskað í ár. Higartil eru bara umleið 90.000 tons fiskað.

- Tað er ógviliga ósannlíkt, at føroyska makrelkvotan verður fiskað í ár.

Tað sigur skiparin á Tummasi T, Virgar Fagraklett.

Higartil hava føroysk skip bara fiskað 89.000 tons av teimum 167.000 tonsunum, sum kvotan er í ár. Tað svarar til 53 prosent.

40.000 tons eru fiskað í altjóða sjógvi.

37.000 tons eru fiskað í føroyskum sjógvi og 12.000 tons í norskum sjógvi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749