Lagnan hjá KOKS við Fossdalsgjógv avgjørd í februar

10.01.2022 - 14:01
InnlendisSamfelag
Lagnan hjá KOKS við Fossdalsgjógv avgjørd í februar
KOKS vil byggja matstovubýling, og festibóndin vil friða økið. Avgerðin í báðum málunum fellur í februar, sigur Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini
Soleiðis ímyndar KOKS sær tann matstovubýlingin, sum ætlanin er at byggja við Fossdalsgjógv
Mynd: Gestur Lómstein  

Í februar fer Yvirfriðingarnevndin at taka støðu til, um KOKS skal sleppa at byggja býling við Fossdalsgjógv, ella um økið skal friðast fullkomiliga.

Festibóndin á staðnum, ið einaferð ætlaði at leggja ein køst á staðnum, hevur nú søkt um at friða sama økið.

Tí skal Yvirfriðingarnevndin taka støðu til tvær umsóknir: Eina um at byggja matstovubýling, og eina um at friða økið.

 

Avgerast lokalt fyrst

Hendrik Møller er formaður í Yvirfriðingarnevndini, og hann sigur, at friðingarnevndin í Streymoyar sýslu hevur eisini fingið umsóknina um at friða økið til viðgerðar.

Og Yvirfriðingarnevdin fer ikki undir sína viðgerð, fyrrenn lokala friðingarnevndin hevur tikið støðu.

Gongst sum ætlað, so tekur Yvirfriðingarnevndin avgerð í februar.

Fossdalsgjógv

Frítekst tagging: 

>> SÍ DV-INNSLAG UM ÆTLANIRNAR HJÁ KOKS VIÐ FOSSDALSGJÓGV FRÁ 7. FEB. 2020 



 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860