Sjálvboðið føroyagjald skal skerja ríkisveitingina

28.02.2022 - 17:59
InnlendisPolitikkur
Sjálvboðið føroyagjald skal skerja ríkisveitingina
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, heldur, at kjakið um sjálvberandi búskap koyrir í tómgongd
Páll á Reynatúgvu heldur, at eingin framdrift er í kjakinum um sjálvberandi búskap, og tað er eisini galdandi fyri Tjóðveldi, sum sat við fíggjarmálum í seinasta valskeiði.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

- Allir flokkar siga seg vilja hava sjálvberandi búskap, men orðini eru púra ókeypis, tí einki hendir.

Tað sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingslimur fyri Tjóðveldi, sum hevur lagt lógaruppskot fyri løgtingið um eitt sjálvboðið føroyagjald, har fólk og fyritøkur kunnu gjalda tvey prosent av síni skattskyldigu inntøku til at skerja ríkisveitingina úr Danmark

Páll á Reynatúgvu heldur, at kjakið um sjálvberandi, føroyskan búskap koyrir í tómgongd, uttan nakra framdrift.

- Tað er eisini galdandi fyri Tjóðveldi, sum farna samgonguskeið ikki megnaði at lækka heildarveitingina, hóast flokkurin tá hevði ábyrgdina av fíggjarmálum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV