Svara endaliga um radaran fyri summarfrítíðina

17.03.2022 - 11:13
InnlendisPolitikkur
Svara endaliga um radaran fyri summarfrítíðina
Gongdin í radaramálinum samsvarar við stýrisskipanarlógina, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
Eitt fyribilssvar um radaran var latið herfyri, men nú lovar landsstýrismaðurin, at danskir myndugleikar fáa endaligt svar fyri summarfrítíðina.

Endaligt svar um lofteftirlitsradara á Sornfelli verður væntandi latið donsku stjórnini fyri summarfrítíðina.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Hann væntar, at tað verður eitt rungandi ja.

Løgtingið viðgjørdi í gjár eitt uppskot frá andstøðuflokkunum um at leggja málið um radaran fyri løgtingið.

Jenis av Rana sigur, at gongdin í radaramálinum samsvarar við stýrisskipanarlógina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303