Landbúnaðurin skal ikki vænta stuðul

08.06.2022 - 18:00
InnlendisVinna
Landbúnaðurin skal ikki vænta stuðul
Landsstýrið vil heldur lata borgaranum beinleiðis stuðul, nú vørurnar dýrka, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Landbúnaðurin skal ikki vænta at fáa stuðul frá landsstýrinum. Heldur eru tað brúkararnir, sum skulu fáa meir pening at keypa fyri.

Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum varðar av landbúnaðarmálum.

Sigert Patursson, formaður í Bóndafelag Føroya, hevur sagt, at hægri prísur á millum annað fóðri, olju og handilstøðum ger, at bøndurnir verða noyddir at hækka prísirnar á kjøti, mjólk og øðrum búnaðarvørum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Góðan morgun Føroyar
174497
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418