Ikki nøktandi at upplýsingar vera duldir fyri politisku skipanini

20.07.2022 - 18:10
InnlendisPolitikkur
Ikki nøktandi at upplýsingar vera duldir fyri politisku skipanini
Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, er vónbroti av, at upplýsingar um, hvussu SSL kann umskipast, eru duldir fyri politisku skipanini
Erhard Joensen er vónbrotin av, at upplýsingar um, hvussu SSL kann umskipast, eru dulgdir fyri politisku skipanini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tað kom óvart á Erhard Joensen, formann í løgtingsins fíggjarnevnd, at stjóri í Gjaldstovuni, Leif Abrahamsen, í Degi og viku vísti á, at tað ikki var neyðugt at leggja Strandafaraskip Landsins um til eitt alment partafelag.

Tað er lættari at broyta játtanarlógina enn at leggja SSL í eitt alment partafelag, staðfesti stjórin í Gjaldstovuni, og úrslitið av hesum er tað sama, sum at leggja Strandferðsluna í alment partafelag. SSL kann stýra rokniskapinum yvir fleiri ár og er ikki tengt av at raka nullið við ársenda hvørt ár fyri at halda játtanina.

Men hesin møguleikin slapp, sambært Degi og viku, ikki upp í part, tá ein serfrøðingabólkur, undir leiðslu av Rúna Vang Poulsen, varð settur at eftirhyggja SSL, og koma við boðum uppá, hvussu stovnurin skal rekast í framtíðini. 

Og tað er als ikki nøktandi, at møguleikin ikki var lýstur í frágreiðinini um Strandferðsluna, sigur Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, sum er vónbrotin av serfrøðingabólkinum. 

Kjaki um bygnaðin á SSL hevur higartil tikið støði í frágreiðingini hjá serfrøðingabólkinum, sum var handað 8. mars í ár.

Og tí verður ongin avgerð tikin um framtíðina hjá Strandferðsluskipum Landsins fyrr enn hesin nýggi møguleikin, sum er komin undan kavi, er viðgjørdur, sigur suðuroyartingmaðurin

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216