Hóast afturgongd stillar Sjálvstýrisflokkurin ikki upp

04.09.2022 - 14:20
Innlendis
Hóast afturgongd stillar Sjálvstýrisflokkurin ikki upp
Hóast Sjálvstýrisflokkurin í 20 av teimum seinastu 22 veljarakanningunum hevði mist sæti á tingi, umhugsar flokkurin framvegis ikki at stilla upp til fólkatingsvalið
Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri

Í nýggjastu kanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskiftið hjá Portalinum, hevði Sjálvstýrisflokkurin bara fingið 2,1 prosent av atkvøðunum.

Síðani hevur flokkurin boðað frá, at hann ikki stillar upp til komandi fólkatingsval.

Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Sámal Petur í Grund, er tó ikki bangin fyri, at flokkurin dettur niðurímillum, nú allir hinir flokkarnir fara at vera nógv frammi í valstríðnum til fólkatingsvalið.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV