Danska stjórnin bakkar ikki í málinum um dýra biðidag

02.02.2023 - 18:06
Útheimurin
Danska stjórnin bakkar ikki í málinum um dýra biðidag
Dýri biðidagur verður strikaður sum frídagur í Danmark. Tað kom fram, tá ið uppskotið var til fyrstu viðgerð í Fólkatinginum í dag. Stjórnin bakkar ikki

Hóast nógv trýst frá andstøðuni, donsku fólkakirkjuni og fakfeløgunum, so ætlar danska stjórnin ikki at bakka í málinum um at strika dýra biðidag sum frídag. 

Dýri biðidagur verður strikaður fyri at fíggja øktu útreiðslurnar til danska herin í sambandi við kríggið í Ukraina. 

Danska stjórnin skal brúka tríggjar milliardir krónur afturat til endamálið. 

Fyrsta viðgerð var av málinum í fólkatinginum í dag. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Sunnudag 2. juni
Guðstænasta í Christianskirkjuni
175974
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947