Løgmaður fer at seta sjóneykuna á gerandisdagin og haldførið

27.07.2023 - 17:45
InnlendisPolitikkur
Løgmaður fer at seta sjóneykuna á gerandisdagin og haldførið
"Løgmansrøðan fer at snúgva seg um, hvussu vit fáa gerandisdagin at hanga saman og haldførið í búskapinum," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður
Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í ár at halda sína fimtu løgmansrøðu ólavsøkudag
Mynd: Savnsmynd  

Aksel V. Johannesen fer ólavsøkudag at halda sína fimtu løgmansrøðu.

Ta fyrstu helt hann á ólavsøku í 2016. Síðani aftur í 2017, 2018 og í 2019, tá hann eisini útskrivaði val.

"Røðan fer at snúgva seg um, hvussu vit fáa gerandisdagin at hanga saman og haldførið í búskapinum," sigur Aksel V. Johannesen. 

Í løgmansrøðuni fer løgmaður at leggja fram ætlanir landsstýrisins fyri komandi árið.

Umframt røðuna, so verður eisini lagdur fram ein løglisti við teimum lógaruppskotum, sum landsstýrið hevur í hyggju at koma við komandi árið.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444