100 ár síðani General Gordon fórst

25.02.2024 - 14:05
Innlendis
100 ár síðani General Gordon fórst
Minningarhald er í hesi løtu í Hvalbiar kirkju, í sambandi við at tað júst eru hundrað ár liðin, síðani sluppin General Gordon fórst og 19 mans sjólótust
Minningarhaldið er í Hvalbiar kirkju

 

Av teimum 19 monnunum, ið fórust við sluppini, vóru 11 mans úr Hvalba.

Hinir, sum fórust, vóru av Tvøroyri, Froðba, Fámjin, Sumba og Skálavík.

Undir gudstænastuni verða nøvnini á teimum, sum sjólótust við General Gordon lisin upp.

Ein grein, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um hendingina, verður lisin, og ein stutt andakt verður hildin.

Mansbólkurin úr Hvalba-Tvøroyri luttekur við sangi.



Toppmasturin funnin

Óli Jacobsen skrivar í bókini "Havið tók teir"  um hendingina. Har skrivar hann millum annað, at tað vóru Mortensen menninir á Tvøroyri, sum áttu sluppina General Gordon.

Teir høvdu keypt hana í 1923 úr Svøríki. Sluppin skuldi til Íslands. Toppmasturin á sluppuni var funnin sama ár av sluppini "Lauru" á Suðurlandinum í Íslandi. 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV