Eiðis skúli vunnið Veðurlagsvirðislønina

21.04.2024 - 14:33
InnlendisUmhvørvi
Eiðis skúli vunnið Veðurlagsvirðislønina
Á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum í gjar, fekk Eiðis skúli handað Veðurlagsvirðislønina.

Eiðis skúli vann Veðurlagsvirðislønina, sum Føroya lærarafelag letur. Hetta er fyrstu ferð, at virðislønin verður latin.

Ingilín Strøm, landsstýriskvinna, handaði virðislønina á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum í gjár.

Skúlin fær virðislønina, sum er 25.000 krónur, fyri at hava sett tað, sum hevur við mat í nærøkinum og endurnýtslu at gera, á tímatalvuna.

- Tað hevur týdning, at børnini eisini læra handaliga, hvat eyðkennur mentanina í bygdini á sjógvi og á landi. Tað sigur Tom Joensen, skúlastjóri í Eiðis skúla.

11 starvsfólk og 90 næmingar í 1. - 7. flokki eru í Eiðis skúla.

 

Hoyr samrøðu við Tom Joensen.

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444