- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súrligar nætur
Í dagsins parti minnast vit aftur á gamlar dagar, ikki bara tí, at ein vertur hevur fingið boyla, men tí, at vit spæla "Kiss, Marry, Kill", sum gjørdi nógv um seg, tá ið vit vóru tannáringar.
Av tí, at ein vertur, sum 23 ára gamal, hevur fingið boyla, so seta vit spurnartekin við, um hann hevði gjørt tað, um hann var single, tí kunnu tey í parløgum meir enn hini?
Vit mugu sjálvandi eisini tosa um tað villasta nakrantíð: Justin Bieber hevur (kanska) verið í Føroyum. Hetta hevur fingið føroyafólk at kóka, tí tey vilja bjóða honum Twix, um hann kemur aftur.
Okkara føroyski Justin Bieber, Karl Weihe, hevur útgivið eitt nýtt lag, sum vit fara at lurta eftir í sendingini.