Veiðimentan og veiðihugleiðingar í listaformi

10.01.2020 - 19:11
Lívsstílur
Veiðimentan og veiðihugleiðingar í listaformi
Svend Allan Sørensen letur upp framsýning í Steinprenti í Havn við heitinum "Vindur, Alda og Fuglur"
Svend Allan Sørensen í Steinprenti. Fremst sæst ein kráka, sum Svend sjálvur hevur skotið. Hon er útstappað. Í Baksýni síggjast listaverkini
Mynd: Leivur Thomsen  

Svend Allan Sørensen er danskur listamaður. Hann hevur ofta verið í Føroyum, og hesa sjeyndu ferðina, hann er her, sýnir hann fram sína list í Steinprenti í Havn. Verkini í framsýningini taka støði í tekstum hjá tveimum donskum yrkjarum, Svend Fleuron (1874-1966) og Valdemar Rørdam (1872-1946), og tær hava náttúruna og djóralív (fuglar) sum tema. Svend er sjálvur íðin veiðimaður og hevur mangan skotið fugl í Føroyum. Byrsuna hevur hann tó ikki við á hesum sinni, tí hann hevur ikki stundir at fara av veiða fugl, nú hendan ferðin verður halgað listaarbeiðnum. Hoyr prát við listamannin.
(Ein lítil rættleiðing er til samrøðuna. Svend kemur at siga, at tað er Kinna Poulsen, sum hevbur týtt yrkingarnar til føroyskt. Tað er ikki rætt, tað er Carl Johan Jensen)
Til ber at lesa meiri á Listaportalinum hjá Kinnu Poulsen.
http://www.listaportal.com/tidindi/2020/1/7/vindur-alda-fuglur?fbclid=Iw...

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860