Fyrireika at byggja tunnil undir Runavík

21.01.2021 - 12:40
InnlendisSamfelag
Fyrireika at byggja tunnil undir Runavík
Runavíkar kommuna ger í løtuni royndarboringar í økinum, har undirlendið verður kannað
Borgarstjórin vísir, hvar Runavíkar kommuna ætlar at munnin til tunnilin undir miðbýnum skal vera
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Arbeiðið at byggja ein tunnil undir miðbýin í Runavík, sum skal vera partur av nýggja innkomuvegnum frá Eysturoyartunlinum, er byrjað.

Runavíkar kommuna ger í løtuni royndarboringar á Rókavegi, millum Skúlan við Løkin og MEST, og á Heiðavegi við Hotel Runavík fyri at kanna undirlendið.

Hoyr Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra, greiða frá í útvarpstíðindunum.

Munnin til tunnilin, sum Runavíkar kommuna ætlar at byggja undir miðbýnum uppi á landi, verður millum Skúlan við Løkin og vinnubygningarnar niðan fyri vegin. Tunnilin kemur útaftur við Berglon. 

Roynarboringar, sum kommunan í løtuni letur gera, skulu kanna undirlendið. 

 

Jógvan Skeel Nolsøe, tíðindamaður, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík. 
 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444