Kári fyribils formaður í Sjálvstýri

23.02.2021 - 13:53
InnlendisPolitikkur
Kári fyribils formaður í Sjálvstýri
Kári P. Højgaard hevur verið næstformaður, og tekur nú við sum formaður
Kári P. Højgaard er nú formaður í Sjálvstýri

Kári P. Højgaard, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, er í løtuni formaður í Sjálvstýri.

Hann er næstformaður í flokkinum, og tekur við sum formaður, nú Jógvan Skorheim er farin frá sum formaður, og hevur tikið seg úr flokkinum.

Sambært viðtøkunum hjá Sjálvstýri eru tað bara valdir politikarar, sum kunnu vera forfólk í flokkinum.

Sjálvstýri hevur tveir valdar politikarar í løtuni. Teir eru Kristin Michelsen í løgtinginum og Óli Lassen í Klaksvíkar býráð.

Hvørgin teirra vil siga, um teir hava áhuga fyri formanssessinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444