Kanna møguleikan at leiga norska ferju fyri Smyril

Kanna møguleikan at leiga norska ferju fyri Smyril
Neyðugt verður við avloysaraskipi, tí Smyril skal hava tveir nýggjar hjálpimotorar
Tað fer at taka hálvaðru til tvær vikur at seta nýggju hjálpimotorarnar í Smyril.
 
09.03.2023 - 13:33

Seinni í ár skulu tveir nýggir hjálpimotorar setast í Smyril, og arbeiðið fer væntandi at taka hálvaðru til tvær vikur. 

Tí verður neyðugt við avloysaraskipi. 

Ein møguleiki er at gera avtalu við Smyril Line um at leiga Norrønu einstakar dagar, stendur í svarinum hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, til fíggjarnevndina. 

Betri loysn er, um Strandferðslan kann leiga eina norska ferju, sum kann sigla allar dagar í vikuni. 

Hoyr samrøðu við Niels Juel Arge, stjóra á Strandferðsluni, í útvarpstíðindunum: 

 

09032023_Suduroyarleidin

 

Greitt er, at avtalan um íslendsku ferjuna, Herjolf 3, verður ikki longd eftir 31. august, tá leigusáttmálin fer úr gildi. 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV