Atkvøða um misálit á franska forsetan

Atkvøða um misálit á franska forsetan
Emmanuel Macron er komin í andróður, tí hann vil hækka pensjónsaldurin, og tvey misálit eru reist
Franska tjóðartingið fer í dag at taka støðu til tvey misálit á Emmanuel Macron, forseta.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.03.2023 - 08:18

Limir í franska tjóðartinginum fara í dag at taka støðum til tvey uppskot um misálit á franska forsetan, Emmanuel Macron. 

Misálitini eru reist, eftir at forsetin skal hava nýtt eitt hol í lógini, sum gevur heimild til at fara uttan um tjóðartingið, fyri at fáa eina lóg samtykta, í hesum førinum uppskotinum um pensjónsnýskipan. 

Lítli miðflokkabólkum, Liot, legði fríggjadagin fram uppskot um misálit á Macron. 

Uppskotið hevur stuðul frá Nupes-samgonguni á ytsta vinstravonginum. 

Og fáar tímar seinni reisti Tjóðskaparylkingin sítt uppskot um misálit á forsetan.

 

Seinastu tíðina hava verið nógv mótmæli í Fraklandi ímóti ætlanini at hækka pensjónsaldurinur 62 árum upp í 64 ár. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Hækka pensjónsaldurin

Macron vónaði, at nýskipanin hjá sær m.a. at hækka pensjónsaldurin úr 62 upp í 64 ár, fór at gera seg til forsetan, sum broytti búskapin hjá Fraklandi í hesi øldini. 

Men stór mótstøða er móti nýskipanini, bæði í tjóðartinginum og í gøtunum. 

Fleiri ógvislig mótmæli hava verið móti nýskipanini, og limir í stóru fakfeløgunum í landinum hava verið í verkfalli.

Franska tjóðartingið fer í dag atkvøða um bæði misálitini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216