Teitur givið avboð til landsliðið

Teitur givið avboð til landsliðið
Håkan Ericson hevur sent boð eftir Bjarta Vitalis Mørk til dystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia. Bjarti avloysir Teit Matras Gestsson
Bjarti Vitalis Mørk avloysir liðfelagan úr HB, Teit Matras Gestsson, í landsliðshópinum
Mynd: FSF  
 
20.03.2023 - 12:38

Teitur Matras Gestsson verður ikki í málinum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, tá EM-undankappingin byrjar við dysti á útivølli ímóti Moldova fríggjadagin, skrivar Bolt.fo.

Grundin er, at HB-málverjin júst er vorðin pápi fyri fjórðu ferð.

 - Tað kennsit tískil rætt at raðfesta familjuna fram um fótbóltin beint nú. Tí havi eg givið avboð hesaferð. Hetta er eisini alt í sátt og semju við landsliðsvenjarin, og tað eri eg ótrúliga glaður fyri, sigur Teitur Matras Gestsson við heimasíðuna hjá FSF.

Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir liðfelaganum úr HB, Bjarta Vitalis Mørk.

Seinnapartin í dag vunur føroyska A-landsliðsliðið við monnum fyrstu ferð undan EM-undankappingardystinum móti Moldova, og venjingardystinum móti Norðurmakedónia.

Týsdag og fyrrapartin mikudagin er venjing aftur á skránni, áðrenn leiðin gongur til Moldova.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. juni
Morgunlestur mánadagur 3. juni 2024
175853
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 3. juni
Markus hevur spastisk bein
176042
Mánadag 3. juni
Gutti hevur tvey heim
176041
Mánadag 3. juni
Guli skúli
176036
Mánadag 3. juni
Dreymurin um eitt hondbóltslív
176033
Mánadag 3. juni
Aftur mett í dag
176031