Suðuroyartunnilin: Føroyskar fyritøkur vilja sleppa upp í part

Suðuroyartunnilin: Føroyskar fyritøkur vilja sleppa upp í part
Bæði almennir stovnar og privatar fyritøkur hava skipað seg í áhugabólk, og beinleiðis orsøkin er Suðuroyartunnilin
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, er formaður í áhugabólkinum.
 
20.03.2023 - 18:00

Fýra almennir stovnar og 11 privatar fyritøkur hava skipað seg í ein tunnilsáhugabólk.

Formaður í bólkinum er Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki. Sambært honum er ætlanin um Suðuroyartunnilin høvuðsorsøkin til, at bólkurin er stovnaður.

Høvuðendamálið er at savna vitan, men bólkurin vil eisini tryggja sær, at føroyskar fyritøkur sleppa upp í part so tíðliga sum gjørligt, tá tunnilin skal gerast.

 

Áhugabólkurin skal virka fyri, at føroyskar fyritøkur sleppa upp í part so tíðliga sum gjørligt, tá tunnilin skal gerast. (Savnsmynd)

 

Sjórin á Landsverki hevur skrivað undir hetta tíðindaskrivið. Harumframt er Sigurd L. Lamhauge sum stjóri á Landsverki eisini eftirlitsmyndugleiki í sambandi við verkætlanir, sum byggifyritøkurnar longu í dag gera og eisini í framtíðini skulu bjóða uppá.

Men Sigurd L. Lamhauge heldur ikki, at hetta er nakar trupulleiki.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

Tunnilsfelag_og_Sigurd


Hinir almennu stovnarnir í tunnilsáhugabólkinum eru Fróðskaparsetrið, Jarðfeingi og SEV.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303