Løgtingið skal taka støðu til starvsheitini løgkvinna og løgtingsforkvinna

Løgtingið skal taka støðu til starvsheitini løgkvinna og løgtingsforkvinna
Á tingfundinum í dag fer Løgtingið at atkvøða fyri at beina uppskotið um at broyta tingskipanina og stýrisskipanina í eina grein 25-nevnd
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, ætlar at javnseta heitið løgtingsforkvinna við løgtingsformann
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.03.2023 - 06:51

Formansskapurin í løgtinginum hevur skotið upp at broyta tingskipanina og stýrisskipanina soleiðis, at skipanirnar javnseta almennu starvsheitini løgkvinna, løgtingsforkvinna og næstforkvinna við heitini løgmann, løgtingsformann og næstformann. 

Á tingfundið í dag fer Løgtingið at atkvøða fyri at beina uppskotið frá formansskapinum í eina grein 25-nevnd.

Fyrsta viðgerð var í gjár.

 

26 lógir um fíggjarligt virksemi

Løgtingið fer eisini at viðgera broytingar í 26 donskum lógum um fíggjarligt virksemi, sum skulu setast í gildi í Føroyum.

Talan er um høvuðslógina, sum eitur "lov om finansiel virksomhed". Hon var seinast broytt fyri Føroyar í 2017. 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið sigur, at tað er umráðadi, at lóggávan um føroysku peningastovnarnar ikki dragnar ov nógv í mun til tað, sum er galdandi í Danmark og í hinum ES-londum.

 

Grundvatn og tøkugjøld eisini á skrá

Onnur mál á skrá eru lóg um grundvatn, sum skal áseta greiðar reglur um, hvussu loyvi kann veitast at gagnnýta grundvatn, og uppskotið um tillagingar í tøkugjaldinum, sum Sambandsflokkurin hevur latið uppskotinum.

Tað er at kalla sama uppskot, sum undanfarna samgonga legði fram í september í fjør, men sum datt burtur, tá løgtingsval varð útskrivað. 

Samgongan fer í næstum eisini í løgtingið við uppskoti um at broyta tøkugjøldini.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216