Kendir føroyingar

Kendir føroyingar: Poul F. Joensen (2:2)
13-04-2020
Føroysk dokumentar stuttrøð

Í seinna partinum í nýggju stuttrøðini um Hargaskaldið Poul F. verður greitt frá áhaldandi stremban hansara at verða viðurkendur sum eitt av fremstu skaldum í Føroyum.

Poul F. kendi seg at vera fyri vanbýti og mismuni sum eitt umstrítt og forfjónað útjaðaraskald. Hann fór í hernað móti tí, ið hann skírdi hitt mentanarliga parnassið í Havn. Hann kennir seg tvíbýttan. Heimkærur er hann sum fáur, og unnist tí best í Suðuroy.

Túrarnir á seiðabergi eru honum styrkjandi og linnandi til likams og sálar. Kortini kennir hann seg einsamallan og skerdan, tí í Suðuroy er ikki eitt livandi bókmentaligt og mentanarligt umhvørvi sum í Havn.

Honum leiðist við dagliga gerningin sum traðar- og verkamaður, og iðrar seg óivað um, at hann kendi seg noyddan at siga lærarastarvið frá sær, tó at hann vildi vera við, at lærarayrkið var mest andsoyðandi starv, ið hugsast kann.

Kanska er tað ein grundleggjandi mistrivnaður, sum ger, at hann er nóg so váttligur. Barngóður var hann kortini sum fáur annar, og við abbabørnini var hann alskin og eymur.

Hann fer aftur á slóðina at yrkja kvæði, vit hoyra um jólaferð til Sumbiar, og hvussu sterk løtan kendist honum, tá ið bygdamenn hansara 2. jólakvøld fóru á gólv við kvæði hansara, "Stríðið á Húnalandi".

Hóast hann á seinni árum varð heiðraður við almennum viðurkenningum sum rithøvundur og yrkjari, kendi hann seg øll árini forsmáddan.

Stóra endurvekingin, sum Hanus G. Johansen fleiri ár seinni íbirti við sínum fólksligu sangum av hansara yrkingum, rungar nú sum eitt ekkó av tí, ið Poul F. í kenning plagdi at siga, og onnur tá flentu at: eg livi, um eg doyggi!

Hans Petur Hansen og Suni Merkistein leggja til rættis.

Kendir føroyingar

Sendirøð um kendar føroyingar.

- føroysk dokumentarur í røðini um kendar føroyingar
10-11-2016
Sjónvarpssendirøð um kendar føroyingar. Sendingin um Ova er tann fyrsta.
29-09-2016
  •