Kendir føroyingar

Kendir føroyingar: Sámal Joensen-Mikines (1:2)
16-05-2019
Føroysk dokumentar stuttrøð

Mong hildu Mikines vera eitt flogvit. Hann hevði gávur at gerast rithøvundur ella tónleikari, men hann gjørdist myndlistamaður. Og hann var errin av sínu støðu sum tann fyrsti professionelli - og størsti  málarin, ið Føroyar høvdu fostrað.

Hann málaði angistina, sorgina og saknin, sum føroyingar kendu í fyrru helvt av 20 øld. Málningarnir gjørdust partur av føroyska samleikanum. Hóast listarliga undangongu, so var Mikines í long tíðarskeið illa darvaður av sjúku.

Hann var ringur av psoriasis, og húðin datt við jøvnum millumbilum av honum. Hartil hevði hann eitt trupult sinni, sum at enda fekk bilbugt við hann. Fyrri partur er um tíðarskeiðið fram til 1945, tá Mikines eftir kríggið flytur aftur til Føroyar.

Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen. Fotograferað og klipt: Hans Petur Hansen.

Kendir føroyingar

Sendirøð um kendar føroyingar.

- føroysk dokumentarur í røðini um kendar føroyingar
10-11-2016
Sjónvarpssendirøð um kendar føroyingar. Sendingin um Ova er tann fyrsta.
29-09-2016
  •