Trump verður ákærdur

Trump verður ákærdur
Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump skal ákærast fyri at hava goldið einari pornostjørnu pengar fyri at tiga um sítt kærleikssamband við Trump undan valinum í 2016
Donald Trump er fyrsti amerikanski forsetin, ið er ákærdur fyri eitt lógarbrot.
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
30.03.2023 - 23:00

Eitt kanningarnevningating í New York er í kvøld vorðið samt um, at fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump skal ákærast fyri at hava framt lógarbrot. 

Nevningatingið varð sett fyri at kanna, um tað vóru haldgóð prógv í málinum til at ákæra fyrrverandi amerikanska forsetan. 

 

Pornostjørna fekk gjald fyri at tiga

Málið snýr seg um, at Donald Trump undan valinum í 2016 hevur goldið pornostjørnuni Stormy Daniels 130.000 dollars fyri at tiga um kærleikssambandið við Trump. 

Sambært tíðindastovuni AP, so er í tí sambandi hent eitt brot á roknskaparlógina. 

Trump er fyrsti bæði verandi og fyrrverandi amerikanski forsetin, ið skal fyri rættin fyri lógarbrot. 

 

Politisk forfylging

Sakførarin hjá Donald Trump, Susan Necheles, váttar fyri CBS News, at Trump verður ákærdur. 

Ein annar sakførari, ið umboðar fyrrverandi forsetan, Joe Tacopina, váttar eisini tíðindini fyri AP-tíðindastovuni. 

"Hann framdi einki lógarbrot. Vit fara at berjast av øllum alvi móti hesari politisku forfylging í rættinum," boðar Joe Tacopina frá í einari skrivligari yvirlýsing.  

 

Yvirgevur seg í næstu viku

Tað verður væntað, at Donald Trump fer at yvirgeva seg til myndugleikarnar í næstu viku. 

Donald Trump, ið býr í Florida, skal møta í rættinum í New York, og hann kann vænta, at bæði fingramerki og mynd til brotsmannamyndabókina verða tikin av honum. 

Ítøkiligu ákærurnar eru ikki almennar enn.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216