Fagnaðarkonsert til heiðurs fyri Jens Paula Heinesen

Fagnaðarkonsert til heiðurs fyri Jens Paula Heinesen
Skíriskvøld senda vit fyrsta part av fagnaðarkonsert til heiðurs fyri Jens Paula Heinesen á 90 ára føðingardegnum. Konsertin var í Norðurlandahúsinum í november 2022
Mynd frá fagnaðarkonsertini í november í 2022.
 
05.04.2023 - 18:23

Leygarkvøldið 12. november 2022 var stór fagnaðar- og útgávukonsert í Norðurlandahúsinum, sum Elin Brimheim Heinesen skipaði fyri til heiðurs fyri pápa sín, Jens Paula Heinesen á 90 ára føðingardegi hansara.

 

Stórur skaldskapur við lýtum

Jens Pauli Heinesen legði í sínari tíð eini 40 skaldaverk eftir seg. Hann var ein av okkara virknastu rithøvundum.

Hann flutti seg millum sjangrur, og hann skrivaði bæði stuttsøgusøvn, skaldsøgur, yrkingar og sjónleikir.

Í samrøðu við Jákup Magnussen, segði Bergur Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingur, millum annað, at Jens Pauli Heinesen hevði avbera gott skaldsligt hegni at lýsa menniskju og samskifti millum menniskju.

Í 1999 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. 

Jens Pauli Heinesen

Caption: 
Jens Pauli Heinesen.


Nýggj tónlistaverk 

Til fagnaðarkonsertina vóru seks tónlistaverk, sum Elin Brimheim Heinesen hevur skrivað til yrkingar hjá pápanum, har fimm teirra vóru frumframførd. Lagið Sóleyan lýsir um fløtur, sum kom út sum staklag í 2021, umframt fýra spildurnýggj løg: Flóttin, Eg gangi við einum djúpi, Heystnáttin og Sorgin er vøkur við.

Hesi fimm løgini vóru sett út fyri symfoniorkestur av italska tónaskaldinum Enzo De Rosa, sum sjálvur kom til Føroya at spæla flygil á konsertini. Endað var við lagnum Eitt dýpi av dýrari tíð, útsett fyri symfoniorkestur av danska tónaskaldinum Søren Hylgdgaard, sála.

Føroya Symfoniorkestur spældi, stjórnað av Bernharði Wilkinson, saman við kórunum Tarira og Tórshavnar Manskóri, meðan Elin Brimheim Heinesen sjálv var sangsolistur.

 

Skaldskapurin fagnaður

Millum framførslurnar av tónlistaverkunum gjørdi verturin Suni Merkistein samrøður við ymisk fólk um Jens Paula Heinesen og skaldskap hansara, m.a. við Hanus Kamban, Sonna Smith, Anniku Hoydal, Unn Paturson, Bárð Persson og Gullu Øregaard.

Rithøvundafelagið fagnaði høvundanum við framløgu eftir Berg Rasmussen. Harumframt las Páll Danielsen brot úr skaldskapi hjá Jens Paula Heinesen.

 

Honum dámdi so væl klassiskan tónleik

“Pápi skrivaði tíverri sera fáar yrkingar, men tær, sum hann skrivaði, haldi eg, hava uppiborið at verða tiknar fram. Honum dámdi avbera væl klassiskan tónleik. Tí helt eg, tað var hóskandi at hátíðarhalda 90-ára føðingardagin hjá honum við framførslu av seks løgum, sum eg havi tónasett til yrkingar hjá honum og fingið útsett til klassiskt íblástan symfoniskan tónleik”, sigur Elin Brimheim Heinesen um fagnaðarkonsertina. 

Elin Brimheim Heinesen fagnaðarkonsert

Caption: 
Elin Brimheim Heinesen, dóttir Jens Paula Heinesen, tók stig til stórslignu fagnaðarkonsertina, har hon eisini var sangsolistur.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444