10 milliónir aftrat til Suðuroyartunnilin

10 milliónir aftrat til Suðuroyartunnilin
Í løtuni hevur felagið 14 milliónir krónur til forkanningar, og næsta ár er ætlanin at játta 10 milliónir aftrat
Partafelagið Suðuroyartunnilin hevur nú 14 milliónir kr. til forkanningar, og ætlanin er at játta meira næsta ár. (Savnsmynd)
 
31.03.2023 - 16:15

Í fíggjarlógini, sum løgtingið samtykti við 3. viðgerð í gjár, eru 10 milliónir krónur játtaðar til partafelagið Suðuroyartunnil. 

Tær koma aftrat teimum fýra milliónunum, sum vóru settar í felagið, tá tað var stovnað. Ætlanin er  játta felagnum 10 milliónir kr. næsta ár fyri at koma upp á 24 milliónir.

Tað er sambært felagnum upphæddin, sum skal til fyri at gera allar forkanningar lidnar.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Tað upplýsti Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tinginum undir 1. viðgerð av lógaruppskotinum um ókeypis at avhenda ymiskt tilfar til P/F Suðuroyartunnilin.

 Ein haldføriskanning skal eisini gerast, segði løgmaður:

 

31032023_Aksel_um_Suduroyartunnil

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303