Myndareportasja: Meðan Studio Bloch var til "ENN"

Studio Bloch er farið í søguna, men Studio Bloch var enn til á vári í 2023, tá hugfarsligu upptøkuhølini í Østrøm í Havn vóru karmur um upptøkurnar av 10. soloplátuni hjá Eivør Pálsdóttir, "ENN". 

Ein lurtiløta. "'ENN' er meira leitandi enn undanfarnu pláturnar. Hon ferðast víða ljóðliga og tónleikaliga, men onkursvegna fevnir hon eisini um alt tað, ið eg áður havi gjørt tónlistarliga." // Eivør (Leitisstein 11.06.2024)

Eingin tilvild. Alt skuldi stemma, meðan Eivør var í Studio Bloch og tók "ENN" upp. Benjamin Gaasedal bleiv tilkallaður at stemma klaverið ordiliga. 

Sterk manning. Mathias Kapnas, ið er útbúgvin klassiskur klaverleikari, og er ein gandakallur á tangentunum, er fastur limur í bólkinum hjá Eivør. 

Ein roykipausa. Tróndur Bogason er bæði maður Eivør, men eisini hennara tættasti samstarvsfelagi. Tey bæði hava skrivað allan tónleikin á "ENN" í felag, og tey bæði hava eisini framleitt plátuna saman. 

Í samstarvi. "Tónleikurin er ein lívsstílur og natúrligur partur av okkara gerandisdegi. Tónleikurin er sjálvandi tað, ið vit fyrst og fremst hava í felag, men eg haldi eisini, at vit duga væl at leggja tónleikin til síðis og bara vera vit bæði." // Eivør (Leitisstein 11.06.2024)

Í framleiðslu. Við árunum og royndunum er Eivør farin at framleiða meira sjálv. "Mær dámar væl at framleiða og gera beats og sovorðið, áðrenn eg so fái onnur fólk innyvir, eitt nú Fred Ruddick og Per Ingvald Højgaard Petersen. Orkestrið hjá mær hevur eisini stóra ávirkan á framleiðsluna." // Eivør (Leitisstein 11.06.2024)

Í samráði. Tónleikur snýr seg nógv um kenslur og um at raka tað heilt rætta huglagið. Tí verður nógv lurtað og tulkað og tosað, áðrenn semja er um, at tað er klárt at fara víðari til næsta sang. 

Føroyski sirkulin. "'ENN' er ein føroysk framleiðsla í mun til "Segl", tá ið eg ferðaðist nokk so víða. Til "Segl" var eg og skrivaði sangir saman við sangskrivarum í Los Angeles, og tað vóru nógvir ymsir framleiðarar inn yvir plátuna. Á hesari plátuni vildi eg gjarna aftur til mín tætta sirkul her heima í Føroyum." // Eivør (Leitisstein 11.06.2024)

Bara minnir. "Eg havi totalt hjartasorg av, at Studio Bloch er latið aftur, tí tað vóru fantastisk rúm at upptaka í." // Eivør (Leitisstein 11.06.2024)

Ein góð kensla. Mathias Kapnas hevur rakt tað heilt rætta ljóðið ella tann heilt rætta tónan.  

Á slagnum. Per Ingvaldur Højgaard Petersen er trummuspælari hjá Eivør, men hann hevur eisini havt ein fingur við í framleiðsluni. Per Ingvaldur hevur framleitt beats saman við Eivør til "ENN".

Kapellmeistarin. Mikal Blak spælir bass og onnur ljóðføri fyri Eivør, og hann virkar eisini sum kapellmeistari í bólkinum hjá Eivør. 

Eitt vakið eyga. Tróndur Bogason, tónasmiður, hevur ein fingur við í tí mesta, tí hann er bæði við til at skriva og framleiða tónleikin hjá Eivør. 

Ein endurtøka. At taka eina plátu upp snýr seg nógv um endurtøkur, tí ofta skulu sangirnir syngjast inn fleiri ferðir, áðrenn teir sita júst, sum teir skulu.  

Eitt gott rúm. "Studio Bloch hevði nøkur fantasisk upptøkurúm, ið tað eitt nú var fantastiskt at taka trummur upp í."  // Eivør (Leitisstein 11.06.2024)

Live í studio. Flestu sangir verða innspældir sum ein lagkøka, ið merkir, at ljóðførini eru innspæld eitt og eitt og síðani løgd oman á hvørt annað, eins og ein lagkøka. Sangin "Purpurhjarta" innspældu Eivør og Mathias Kapnas hinvegin saman live í Studio Bloch. 

Eitt serligt huglag. Við Studio Bloch í søguna er ikki bara farið eitt altjóða upptøkuhøli her í Føroyum, men eisini eitt serligt huglag. Upptøkuhølini, ið hildu til í gamla fyrstihølunum í Østrom, høvdu nakað heilt serligt yvir sær. 

Løtan. Tað er altíð ein serlig kensla, tá ið upptøkan situr beint í skápinum, og tingini ganga upp í eina hægri eind í upptøkuhølinum. 

Undir umsjón. Hjúnini Eivør Pálsdóttir og Tróndur Bogason royna at tryggja sær, at alt er tikið upp. 

Enn ein innspæling. Eivør lurtar nærløgd, meðan Mikal Blak enn einaferð spælir bassin á einum av teimum átta sangunum á "ENN".

Ein matarsteðgur. "Uden mad og drikke duer helten ikke", sigur danskt orðafelli, og tað er eisini galdandi fyri tónleikarar. 

Langir dagar. Dagarnir í Studo Bloch gjørdust langir, og tí var eisini umráðandi at taka sær stundir at eta og hvíla oyruni, fingrarnar og røddina. 

Ein hugleiðing. Matarsteðgurin og hvíldin gevur eisini góð gróðrarlíkindini fyri at hugleiða um tær ymsu upptøkurnar og upptøkuvalini, og um listarliga kósin er røtt. 

Endaliga úrslitið. Í dag var úrslitið av longu døgunum í Studio Bloch á vári í 2023 tøkt. Plátan "ENN" kom út í dag, fríggjadagin 14. juni, og kann bæði keypast í plátuhandlunum og bíleggjast á alnetinum. Og so kann plátan eisini hoyrast á stroymingartænastunum. 

Er kopiera