Trý vilja vera varastjóri

Trý vilja vera varastjóri
Bara tríggjar umsóknir eru um starvið sum varastjóri við sjúkrarøktarfakligari bakgrund í sjúkrahúsverkinum. Støða er ikki tikin til, um starvið skal lýsast leyst av nýggjum
 
14.04.2023 - 09:52

Bara tríggjar umsóknir eru um starvið sum varastjóri við sjúkrarøktarfakligari bakgrund í sjúkrahúsverkinum.

Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at støða er ikki tikin til, um starvið skal lýsast leyst av nýggjum.

Hann vil annars ikki siga meira um tær umsóknir, sum eru komnar.

Fíggjarmálaráðið avgreiðir setanina, tí varastjórastarvið er tað, sum Margit Stórá hevði, áðrenn hon bleiv landsstýriskvinna í heilsumálum.

Margit Stórá bleiv varastjóri á grækarismessu í 2018. 

Tá søkt var eftir læknafakligum varastjóra í 2018, var bara ein umsókn.

Starvið var lýst av nýggjum, og tá komu fýra umsóknir aftrat. 

Føroyska sjúkrahúsverkið umfatar tey trý sjúkrahúsini í Føroyum og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958