Tingnevndir vilja hava longda tíðarfreist

Tingnevndir vilja hava longda tíðarfreist
Tað gongst illa hjá nøkrum løgtingsnevndum at halda tíðarfreistina, sum er ein mánaður, at skriva álit
Fíggjarnevndin hevur biðið formansskapin um longda freist til at skriva álit um 12 mál. Teirra millum er uppskotið um veiðigjøld. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
21.04.2023 - 08:06

Bara tvey nevndarálit komu á tingfundinum í gjár.

Tað gongst illa hjá nøkrum løgtingsnevndum at halda tíðarfreistina, sum er ein mánaður, at skriva álit.

Tríggjar nevndir hava biðið um meira tíð.

Fíggjarnevndin hevur biðið formansskapin um longda freist til at skriva álit um 12 mál. Teirra millum er uppskotið um veiðigjøld.

Fíggjarnevndin biður um at fáa freistina at skriva álit um tey 12 uppskotini longda til 8.mai. 

 

Mentanarnevndin og fýra mál

Mentanarnevndin hevur um biðið um longda freist til fýra mál.

Av serligum orsøkum hevur nevndin ikki havt fund síðani fyri páskir, ikki fyrr enn í dag, tá nevndin hevur fund.

Nevndin biður um freist til 8.mai. 

Millum uppskotini, sum nevndin hevur, eru málini um nýggja bókasavnslóg og um at broyta lógina um dagstovnar og dagrøkt, so pengarnir fylgja barninum.

 

Príseftirlit og kappingarlóg

Og vinnunevndin vil hava freist til 1.mai at avgreiða uppskotið um príseftirlit.

Ætlanin var annars at avgreiða málið fyri páskir, men nú ætlar nevndin at avgreiða uppskotið saman við uppskotinum um kappingarlóg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216