Forboð fyri píkadekkum krevur størri hálkufyribyrging

Forboð fyri píkadekkum krevur størri hálkufyribyrging
Landsverk sigur, at píkadekkini í ein ávísan mun slípa íslagið av og gera líkindini hjá teimum, sum brúka vetrardekk, betri.
Landsverk mælir frá at seta forboð fyri píkadekkum. (Savnsmynd)
 
28.04.2023 - 08:43

Landsverk hevur eingi tøl, sum beinleiðis siga, hvussu nógv píkadekk kosta í asfalti, tí tey slíta vegirnar.

Men í samferðsluætlanini fyri 2018-2030 stendur, at dust frá píkadekkum dálkar, serliga í býum við nógvari ferðslu.

Har eru nøkur uppskot um, hvussu píkadekkini kunnu gerast færri.

Tey eru betri hálkubasing, størri avgjald á píkadekkum og treytir um, nær og hvar píkadekk kunnu brukast.

Í samferðsluætlanini fyri 2012-2024 eru píkadekkini eisini nevnd.

 

Í miðal eru 100 hálkudagar um árið, sigur Landsverk. (Savnsmynd)

 

Mæla frá at seta forboð 

Har verður nevndur møguleikin at seta forboð fyri at brúka píkadekk. Men mælt verður frá hesi loysnini. 

Hon fer at seta enn størri krøv til hálkufyribyrging á øllum vegum.

Og tí, píkadekkini í ein ávísan mun slípa av íslagið og soleiðis gera líkindini hjá teimum, sum brúka vetrardekk, betri.

Mælt verður til heldur at seta nýtsluna niður, úr 40 prosentum í 20 prosent, sum norskar kanningar siga er tað besta.

Hetta var sagt fyri góðum tíggju árum síðani.

Tá, í 2012, var mett, at vetrarhaldið hjá Landsverki fór at kosta meira enn dupult so nógv, um bann var sett fyri at koyra við píkum.

 

100 hálkudagar um árið

Landsverk sigur, at í miðal eru 100 hálkudagar um árið. 

Seinasta vetur, frá 12.oktober í 2021 til 9.apríl í fjør, vóru 87 hálkudagar, upplýsir Landsverk.

Veturin 2009-2010, tað er frá 22.september í 2009 til 12.mai í 2010, vóru 141 hálkudagar.

Men frá 30.september í 2016 til 25.apríl í 2017 var bara hált á landsvegunum í 57 dagar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444