- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sverri sannførandi í finaluna
Sverri Sandberg Nielsen tryggjaði sær fyrrapartin pláss í finaluni í World Cup-stevnuni, sum er í Zagreb.
Miðvingurin í einskullaranum róði sannførandi í hálvfinaluni og kom á mál trý sekund frammanfyri Gonzalo Garcia Ferrero úr Spania, sum var næstfremst.
Í hinari hálvfinaluni endaði Bastian Secher, sum eisini umboðar Danmar, á triðja plássi og fekk síðsta finaluplássið.
Teir báðir dystast um danska EM-plássið, og um metast skal út frá hálvfinalunum, hevur føroyingurin betri kort á hondini undan finaluni í morgin.
Sverri Sandberg Nielsen róði nevniliga teir 2000 metrarnar upp á 06.58.66 minuttir, meðan Bastian Secher brúkti 07.03.86 minuttir uppá teinin.
Bert ein rógvari róði skjótari enn Sverri Sandberg Nielsen í hálvfinalunum. Tað var týskarin, Oliver Ziedler, við tíðini 06.58.40.
Finalan í M1x-bólkinum verður sunnudagin klokkan 13:11.