Danmark má vera pragmatiskt mótvegis Kina

Danmark má vera pragmatiskt mótvegis Kina
Danski uttanríkisráðharrin sigur, at vit sleppa ikki uttan um Kina, hvørki búskaparliga ella politiskt
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, tá hann greiddi frá nýggju strategiini fyri uttanríkis- og trygdarpolitikkin hjá Danmark..
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.05.2023 - 10:20

Danmark má vera pragmatiskt í sínum viðurskiftum við Kina. 

Tað sigur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen.

- Týdningurin, sum Kina hevur í heiminum í dag, ger, at vit sleppa ikki uttan um landið, hvørki búskaparliga ella politiskt, segði uttanríkisráðharrin, tá hann í gjár legði fram strategiina fyri uttanríkis- og trygdarpolitikkin hjá Danmark.

- Vit mugu vinna á avbjóðingunum, men eisini samstarva, tá ið tað tænir okkara áhugamálum, segði hann.

 

Altjóða sambond

Sambært nýggju strategiini skal Danmark arbeiða meira fyri at fáa samskifti og fáa í lag altjóða sambond.

- Hóast Danmark hevur betri virði enn onnur, kanst tú ikki føra teg fram sum prædikumaður, leggur Lars Løkke Rasmussen dent á.

Partvíst fyri at møta russisku ávirkanini, skal Danmark sambært nýggju strategiini arbeiða fyri fleiri avtalum á Balkan og í Moldova og Georgia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444