Aldursmarkið fyri fría fosturtøku lækkar niður í 15 ár

Aldursmarkið fyri fría fosturtøku lækkar niður í 15 ár
Í dag eru 50 ár síðan, at Fólkatingið samtykti fosturtøkulógina
Marie Bjerre er ráðharri í javnstøðumálum.
 
24.05.2023 - 15:18

Danska stjórnin ætlar at broyta aldursmarkið fyri fría fosturtøku, har samtykki ikki krevst frá foreldrunum.

Í løtuni er aldursmarkið 18 ár, men stjórnin vil lækka aldursmarkið niður í 15 ár.

Tað upplýsir ráðharrin í javnstøðumálum, Marie Bjerre, við Ritzau. 

Í dag eru 50 ár síðan, at Fólkatingið samtykti lógina um fría fosturtøku. Tað var 24.mai í 1973.

Sambært lógini kunnu ungar kvinnur, sum eru 15-17 ár, fáa fosturtøku, men ikki uttan samtykki frá foreldrunum, og hetta skal broytast, sigur Marie Bjerre við danska kringvarpið:

 

Marie_Bjerre_um_fosturtoku

 

Danski fólkaflokkurin og Nye Borgerlige eru ímóti uppskotinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303