Krabbamein í Føroyum skal nú skrásetast

Krabbamein í Føroyum skal nú skrásetast
Uppskot um kunngerð um krabbameinsskrá og um at boða frá krabbameini er farið til hoyringar
Uppskotið sigur, at Fólkaheilsustýrið skal skipa, umsita og menna Krabbameinsskráseting Føroya. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
25.05.2023 - 09:54

Krabbamein í Føroyum skal nú skrivast í eina krabbameinsskráseting.

Uppskot um kunngerð um krabbameinsskrá og um at boða frá krabbameini er gjørt, og er nú til hoyringar.

Í uppskotinum eru reglur um krabbameinsskráseting.

Ásett verður, hvør skal boða frá, nær tann, sum hevur skyldu at boða frá, skal gera tað, og hvørjar upplýsingar skulu fráboðast. 

Uppskotið sigur, at Fólkaheilsustýrið skal skipa, umsita og menna Krabbameinsskráseting Føroya. 

Eisini nágreinar uppskotið, hvørjar persónsupplýsingar, Fólkaheilsustýrið kann viðgera í sambandi við sína uppgávu at umsita krabbameinsskránna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Mánadag 27. mai
Hákan valdi Páll...
175653
Mánadag 27. mai
Morgunlestur mánadagur 27. mai 2024
175632
Sunnudag 26. mai
Bolero - 26. mai 2024
175611
Nýggjastu sendingar í SV