Bárður Nielsen: Vit eiga at gera sum ES og Noreg

Bárður Nielsen: Vit eiga at gera sum ES og Noreg
Úteftir eiga at vit at standa saman, sigur formaðurin Sambandsflokkinum um tiltøkini móti Russlandi
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
 
01.06.2023 - 14:19

Løgtingið viðger í dag tiltøkini, sum landsstýrið ætlar at seta í verk móti Russlandi. 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur, at tá ið ræður um tiltøk móti Russlandi, eiga vit at fylgja ES og Noregi.

- Tað ætlaði undanfarna samgonga eisini. Hevði tað verið gjørt, hevði verið friður um málið, og vit høvdu staðið saman úteftir og kunnað sagt, at hetta er tað, sum vit vilja, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hann sigur, at Sambandsflokkurin mælir  framvegis til, at vit gera sum ES og Noreg.

Hann heldur tað vera óheppið, at munur nú skal gerast á svartkjafti, sum er fiskaður í umbýtiskvotu í føroyskum sjógvi, og svartkjafti, sum er fiskaður aðrastaðni seinni á árinum, tá russisku skipini skulu umskipa í Føroyum.

Hoyr samrøðu, sum Krista Johnsdóttir Kreutzmann gjørdi við Bárð á Steig Nielsen í útvarpstíðindunum: 

 

01062023_Bardur_um_tiltok

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403