Frá 5G til 6G

Frá 5G til 6G
Finnland og USA fara at samstarva um næsta ættarliðið av fartelefonneti
Anthony Blinken og Pekka Haavisto
 
03.06.2023 - 12:06

USA og Finnland ætla sær at samstarva um næsta skjóta fartelefonnetið, 6G.

Uttanríkisráðharrarnir í londunum báðum hava skrivað undir eina váttan um, at londini skulu samstarva um at menna komandi tøknina.

Tað skrivar Ritzau, nú amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er á vitjan í finska høvuðsstaðnum, Helsinki.

- G6 er kjarnin í komandi tøkniligum framlopum hjá Finnlandi, og samstarvið við USA styrkir okkara møguleikar, sigur finski samskiftisráðharrin, Tumo Harakka.

Uttanríkisráðharrarnir, Anthony Blinken og Pekka Haavisto, skrivaðu undir avtaluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831