Vestmanna kommuna brúkti væl minni enn ætlað í fjør

Vestmanna kommuna brúkti væl minni enn ætlað í fjør
Rakstur og íløgur hjá Vestmanna kommunu vóru ávikavist 6,1 og 1,8 milliónir krónur minni enn ætlað
Tað bleiv ikki oyslað við inntøkunum hjá Vestmanna kommunu í fjør, tí kommunan brúkti væl minni av pengum enn ætlað
Mynd: Savnsmynd  
 
05.06.2023 - 09:07

Vestmanna Kommuna hevur samtykt ársroknskapin.

Kommunan skrivar, at væl minni varð brúkt, enn tey høvdu lagt upp fyri í fíggjarætlanini fyri 2022.

Rakstur og íløgur vóru ávikavist 6,1 og 1,8 miónir krónur minni enn ætlað, og kommunan er knappar 8 milliónir krónur niðan fyri ætlanarkarmin áðrenn inntøkur.

 

71,7 mió. kr. í inntøkum

Sambært fíggjarætlanini fóru samlaðu inntøkurnar at vera 68,7 milliónir krónur, meðan roknskapurin vísir eina samlaða inntøku uppá 71,7 milliónir krónur, ein øking uppá 3 milliónir krónur.

Úrslitið fyri 2022 er 10,9 milliónir krónur og nettoskuldin 11,4 milliónir krónur í mun til 22,3 árið fyri.

Størstu íløgurnar vóru gjørdar í Fjallsveg og Niðara Veg, og fyri framman eru stórar íløgur til høvuðsumvæling av Vestmanna skúla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV