Heim og Skúli taka undir við at hava vetrarfrí

Heim og Skúli taka undir við at hava vetrarfrí
Foreldrafelagið sigur, at øll lond, sum Føroyar vanliga samanbera seg við, hava vetrarfrí
Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum ætlar, at fólkaskúlanir skulu hava vetrarfrí, fyrstu ferð í februar 2025. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.07.2023 - 14:43

Foreldrafelagið Heim og Skúli tekur undir við ætlanini hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, um at stytta summarfrítíðina eina viku viku og at brúka hana til vetrarfríviku í staðin.

Tá summarfrítíðin var longd fyri nøkrum árum síðani, var grundgevingin hjá landsstýrinum at geva lærarum meiri tíð til fyrireiking.

- Men hetta var gjørt uttan at hoyra partarnar í málinum, sigur Janus Vang, formaður í foreldrafelagnum Heim og Skúli.

Felagið helt tað sum heild vera jaligt, at lærarar fingu meira fyrireikingartíð, men undraðist tá á fleiri sjónarmið í grundgevingini.

Í dag er høvuðstilmælið frá Heimi og Skúla, at týðandi broytingar av skúlaárinum verða framdar í samráð við viðkomandi partar.

 

Janus Vang er formaður í foreldrafelagnum Heim og Skúli.

 

Lærarafelagið ikki hoyrt

Í útvarpstíðindunum fyrradagin hoyrdu vit Jacob Eli S. Olsen, formann í Lærarafelagnum, greiða frá, at Lærarafelagið er ikki hoyrt í sambandi við ætlanirnar hjá landsstýrismanninum um vetrarfríviku. 

Formaðurin í Lærarafelagnum heldur tað vera neyðugt fyrst at meta um, hvat verður vunnið við eini fríviku í februar mánaði, og hvat verður mist. Hann hevur onga viðgerð sæð av hesum spurningum, hvørki í grundgevingunum hjá landstýrismanninum ella í spurningum frá løgtingslimum.

Heim og Skúli halda, at skúlafrítíðir skulu síggjast í størri samfelagsligum høpi, millum annað arbeiðsmarknaðinum og heimunum.

 

Ein avbjóðing

Formaðurin sigur, at flestu foreldur hava 5-6 vikur av frítíð, og tí kann long samanhangandi frítíð vera ein avbjóðing.

Verandi skipan kann tí metast at vera í ósamsvari við, hvussu arbeiðs- og familjulívið annars er skipað.

Heim og skúli siga, at øll lond, sum Føroyar vanliga samanbera seg við, hava vetrarfrítíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216