Fámjinsbergholið komið í helvt

Fámjinsbergholið komið í helvt
Landsverk væntar, at skotið verður ígjøgnum í november í ár
Jarðfrøðiligu viðurskiftini í bergholinum hava verið avbjóðandi, men eftir ætlan verur skotið ígjøgnum í november. (Mynd: Landsverk)
 
21.07.2023 - 08:26

Famjinsbergholið er komið í helvt.

Landsverk sigur, at 8.juli var komið hálvan veg við at bora bergholið.

Arbeiðið byrjaði fyri einum góðum ári síðani, síðst í juni í fjør.

Men fyrsta skotið var 16.november.

Bergholið verður 1200 metrar. Landsverk væntar, at skotið verður ígjøgnum í november í ár.

 

Liðugt næsta ár

Alt arbeiðið verður liðugt á heysti 2024.

Jarðfrøðiligu viðurskiftini hava verið avbjóðandi. 

Hálvan apríl var stórt omanlop í bergholinum, sum seinkaði arbeiðinum í átta vikur og gjørdi, at arbeiðið verður dýrari enn upprunaliga ætlað.

Høvuðsarbeiðstakari er J&K Petersen við Metrostav AS sum undirveitara. 

Høvuðsráðgevi er LBF, Landsbyggifelagið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297