Útlátið seks prosent minni í fjør

Útlátið seks prosent minni í fjør
Umhvørvisstovan sigur, at í fjør var fyrstu ferð í meira enn tíggju ár, at vakstrarhúsgassið í Føroyum er munandi minkað.
At meira streymur kom frá varandi orkukeldum, er høvuðsorsøkin til minkingina í útlátinum
Mynd: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix  
 
25.07.2023 - 07:46

Útlátið í Føroyum var seks prosent minni í fjør enn í 2021.

Hetta er fyrstu ferð í meira enn tíggju ár, at vakstrarhúsgassið í Føroyum er munandi minkað, skrivar Umhvørvisstovan.

Høvuðsorsøkin er, at meira streymur kom frá varandi orkukeldum í 2022 enn í 2021. 

Húsarhaldini brúktu níggju prosent minni olju og akførini fýra prosent minni.

Vera bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum taldar við, var minkingin í útlátinum 14 prosent.

Útlendsk skip keyptu nógv minni olju, 42 prosent, í Føroyum í 2022 enn í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
Góðan morgun Føroyar 30.05.24
175814
Hósdag 30. mai
Morgunlestur hósdagur 30. mai 2024
175636
Mikudag 29. mai
Mono: Axel Einarsson (5:5)
175796
Mikudag 29. mai
Skratsj tann 29. mai 2024
175791
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. mai
Patursson - teknmálstulkað
175800
Mikudag 29. mai
Foytar verkfalsgreyðir
175768
Mikudag 29. mai
Foytar greyðir: Verkfalsmatur
175766
Mikudag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175764