Sinéad O'Connor er deyð, 56 ára gomul

Sinéad O'Connor er deyð, 56 ára gomul
Heimskenda írska songkvinnan Sinéad O'Connor, ið hittaði stórt við "Nothing Compares 2 U", er deyð, skrivar Irish Times
Sinéad O'Connor bleiv 56 ár
 
26.07.2023 - 18:53

Irish Times skrivar í kvøld, at 56 ára gamla írska songkvinnan Sinéad O'Connor er deyð. 

Sinéad O'Connor hevur stríðst við vánaliga sálarheilsu seinnu árini, og hon var fyri tí vanlagnu at missa 17 ára gamla sonin Shane, sum doyði fyri egnari hond, fyrraárið. 

Sinéad O'Connor bleiv heimskend frá degi til dags í 1990 við sínari tulking av sanginum "Nothing Compares 2 U" hjá Prince. 

Einki er enn komið fram um deyðsorsøkina.

Eftir Sinéad O'Connor sita trý børn. 

Sinéad O'Connor útgav 10 plátur á sínari yrkisleið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Nýggjastu sendingar í SV