Sí myndirnar: Europe hertók Klaksvík

Summar konsertir hava nakað eyka.

Konsertin hjá Europe á Vágsbøi í Klaksvík fríggjakvøldið var ein sovorðin konsert. 

Skamm fái tann, ið dittar sær at siga, at tað var ein fín konsert og ikki meir enn tað. Europe konsertin á Summarfestivalinum var ein fantastisk konsert. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Europe svaraði aftur og hertók Klaksvík frá KÍ og klaksvíkingum í tveir tímar, sum annars hava tikið land í Evropa seinastu tíðina.

Vágsbøur rokkaði so hart, sum hann ikki hevur gjørt í nógv ár. Í grundini ikki síðani Twisted Sister og Scorpions spældu á Føroya størsta og flottasta palli, og tað eru rættiliga nógv ár síðani. 

Europe er ein av bestu rokkbólkum, ið gongur á jørðini, og sum hevur sera trúgvar fjepparar. Hesar báðar svensku damurnar hava ferðast í hølunum á Europe síðani 1989.

Europe hátíðarheldur sín 40 ára stovningardag í ár, og tað bleiv gjørt við lít á Vágsbøi.

Konsertin var ein frálíkt bland av øllum tí, sum bólkurin hevur givið út hesi 40 árini. 

Joey Tempest tók ikki ov rívan til, tá hann segði, at Europe hevur eina livandi gittarlegendu í bólkinum. John Norum er millum bestu gittarleikarar gjøgnum tíðirnar, og á Vágsbøi var hann í essinum. 

Limirnir í Europe stórtrivust í góð veðrinum á flotta pallinum á Vágsbøi, og teir góvu áhoyrarunum ein konsert á hægsta støði.

Europe hevur spælt í 40 ár, og tað sum er heilt serligt við bólkinum er, at tað eru somu fimm limirnir, sum mannað bólkin fyri 40 árum síðani, sum stóð á Vágsbøi fríggjakvøldið.

Botnurin undir øllum er John Levén á bassinum. Hann sigur ikki nógv, men hann er har bara allatíðina. 

Vágsbøur var á kjafti við fólki, og tað kókaði frá byrjan til endan av konsertini. Tað kemst ikki uttan um, at nógv deilig bygdafrell stóðu í fremstu røð. 

Joey Tempest er ein livandi legenda, men fyrst og fremst ein framúrskarandi sangari og sangskrivari, ið hevur skrivað nakrar av kendastu sangum yvirhøvur. Og hann dugir at framføra. Onkursvegna er hann ímyndin av ein rokksangara.

Hóast Joey Tempest fyllir 60 ár 19. august, so er maður øgilga væl fyri og syngur enn sum ein eingil.

Tað kókaði á Vágsbøi til Europe konsertina.

"Time Capsule" kallaðu Europe konsertferðina í ár, sum hátíðarheldur 40 ára stovningardagin hjá bólkinum. 

Fólk fingu alt tað, ið tey kundu ynskt sær av einar Europe konsert, og væl tað.

Bólkurin spældi øll síni hitt og høvdu eisini yvirskot at heiðra onkrar av sínum hetjum. 

Europe er old school upp á tann feita mátan, tí tú fert altíð mettaður frá einari Europe konsert.

Sum Joey Tempest seg í samrøðu yvir yvirritaða, so minnast teir sjálvir væl, hvussu tað var at vera fjeppari og fara til konsertir við Deep Purple og øðrum rokkbólkum í sjeytiárunum. Ta kensluna vilja teir gjarna geva víðari til nýggj ættarlið. 

Tað er í grundini ikki fyrr enn tú stendur fremst til Europe, at tú ordiliga gert varugur við, hvussu væl tær dámar bólkin. 

Joey Tempest helt orð, tá hann segði, at um Summarfestivalurin vildi hava ein bólk at skapa eitt ball, so hevði festivalurin bókað tann rætta bólkin. 

Skorið inn á bein, so snýr Europe seg um góða sangskriving. Sangir eru í heimsflokki, og tí eru Joey Tempest og hinir komnir so langt upp. 

Tað kendist eisini fantastiskt at uppliva, at teir yngru áhoyrararnir sluppu at uppliva ein so autentiskan rokkbólk sum Europe. 

Rokkurin er grundarlagið undir øllum, segði Joey Tempest, og tað passar. 

Í dag er alt eitt sindur skeiklað, tá hugsað verður um tónleik, tí AI kann gera tónleik, og alt kann autotunast til mánan og aftur.

Europe snýr seg um júst tað øvuta. Søgan hjá Europe er søgan um fimm ungar menn, ið funnu saman at spæla tónleik, og blivu til ein av heimsins størstu bólkum. 

Summarfestivalurin rakti seymin mitt á høvdið við at bóka Europe, tí Joey Tempest hevði rætt, tá hann segði, at føroyingar elska rokktónleik. 

Tað stóð onkursvegna eisini skrivað í eygunum á áhoyrarunum á Vágsbøi, meðan Europe spældi .

"Rock now, rock the night."

Vakri pallurin, feiti bólkurin og flotta veðrið góvu góðar myndir, sum kunnu hanga saman við minninum um eina fantastiska konsert. 

"Tað var ov langt millum kendu sangirnar," skrivaði onkur, ið vildi finnast at konsertini. "Rock The Night", "Carrie", "Sign Of The Times", "Open Your Heart", "Stormwind", "Cherokee", "Heart Of Stone", "Ready Or Not", "Final Countdown" ....

Í grundini vóru nýggjaru sangirnir líka góðir sum teir gomlu. Tær nýtist ikki at kenna sangir, fyri at halda, at teir eru góðir. Lurtið bara. 

Vágsbøur stóð at bresta. Har mundu vera út ímóti 10.000 fólk. 

Yvirritaði er ofta eftir Summarfestival fyriskiparunum fyri ikki at koma við ordiligum útlendskum nøvnum til stóra og flotta pallin á Vágsbøi. 

Men tað er eisini umráðandi at duga at siga takk, tá tað sømir seg. 

Við Europe raktu fyriskipararnir plett. Fríggjakvøldið og hóskvøldið kendust sum dagur og nátt, tí Hamradun spældi eina spikahamrandi foyta konsert beint aftan á Europe. 

Fríggjakvøldið eigur og skal vera støðið frameftir. Ikki fleiri karaoke-syngjandi danskir sjónleikarar ella Abba The Show. Meira vistfrøði og minni First Price.

Europe er tónlistarligt vistfrøði. Tað er ein bólkur, ið hevur vaksið seg stóran og sterkan frá at hava verið eitt lítið fræ í Upplands Väsby í Svøríki í 1979. Limirnir í bólkinum hava gingið tann langa og tunga vegin heilt upp á tindarnar, og tað hoyrdist á Vágsbøi. Fantastisk konsert. 

Kunnu fyriskipararnir borðreiða við einari slíkari konsert hvørt kvøld á Summarfestivalinum, so fari eg glaður heim. 

Er kopiera