Fara aftur at rudda Føroyar

Fara aftur at rudda Føroyar
Á hvørjum ári í september fara eini 1.500 fólk út í føroysku nátturuna at rudda
 
08.08.2023 - 13:24

Árligi ruddingardagurin, sum áhugafelagsskapurin Rudda Føroyar skipar fyri, verður 16. september. Síðani Rudda Føroyar var stovnað í 2018 og fór undir at skipa fyri ruddingum, eru á leið 100 tons av burturkasti tikin upp úr nátturuni.

Tað er tó enn tørvur á ruddingartiltøkum í Føroyum. Hetta sigur Sigurd Justinussen, høvuðssamskipari hjá Rudda Føroyar.

- Hóast fleiri kommunur, felagsskapir og arbeiðspláss hvør í sínum lagi skipa fyri ruddingarátøkum kring landið, vísir tað seg kortini, at nógv órudd, serliga plastikk, hópar seg upp í okkara vøkru náttúru. Tí mugu vit halda fram fyri at røkka høvuðssetningi felagsins, ið er at fáa fólk at broyta hugburð, soleiðis at óneyðugt verður at rudda.

Sigurd Justinussen greiðir frá, at lokalir samskiparar eru fyri neyðini, um vit skulu fáa ruddað ymsu økini nøktandi. Teir arbeiða saman við høvuðssamskiparanum, skipa fyri ruddingini í sínum nærumhvørvi og royna at eggja fólki til at koma at rudda. 

Higartil eru lokalsamskiparar í Nólsoy, Kollafirði, Hoyvík, Kirkjubø, Funningsfirði, Tvøroyri, Miðvági, Sandavági, Sørvági, Bø og Gásadali.

Felagsskapurin boðar frá, at fólk, ið eru áhugað at samskipa rudding í sínum nærumhvørvi, eru hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við nevndina á facebook-síðuni ella um teldupost. 

Yvirskipaða endamálið við verkætlanini Rudda Føroyar er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim. Meira ítøkiliga skulu so nógvir føroyingar sum gjørligt fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum, sum fer fram samstundis í nógvum av heimsins londum. Í 2022 luttóku 60 milliónir sjálvboðin úr 191 londum. 303 túsund tons av ruski vóru ruddað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. mai
Patursson - teknmálstulkað
175800
Mikudag 29. mai
Foytar verkfalsgreyðir
175768
Mikudag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175764
Týsdag 28. mai
Veðrið
175741