Byrjar spakuliga at fjara í Norra

Byrjar spakuliga at fjara í Norra
Ódnarveðrið Hans, sum herjaði í Norra fyri nøkrum døgum síðani, hevði við sær ógvusligar vatnflóðir, sum hava lagt býir undir í vatni.
Hús og smáttur undir vatni í býnum Aurdal/Fagernes í Norra.
Mynd: Ole Berg-Rusten/NTB/Ritzau Scanpix  
 
14.08.2023 - 11:21

Nú byrjar spakuliga at fjara í Norra eftir ógvusligu vatnflóðina, sum rakti ymsastaðni kring landið.

Vatn er farið upp um áarbakkarnar, vegir og brýr eru farnar, hús eru farin ella hava fingið stóran skaða, og myndugleikarnir fluttu nógv fólk burtur, tí vandi var fyri áarlopi. Í nøkrum støðum er framvegis vandi á ferð, og boðað verður frá meira regni í morgin, serliga á eysturlandinum.

Nú eru fleiri av fólkunum, sum vóru flutt heimanífrá, sloppin heimaftur. Men tó ikki øll. Umleið helvtin av teimum, sum vóru flutt burtur úr býnum Hønefoss, sum var serliga hart raktur, eru nú sloppin heimaftur. Men 1054 fólk eru framvegis ikki sloppin heimaftur og búgva á hotellum, tí vandin er ikki heilt av enn. Enn er óvist, nær hesi sleppa heimaftur, skrivar NRK.

Fleiri vegir hava verið stongdir, men teir flestu eru nú latnir upp aftur. Tokini koyra tó ikki allastaðni enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958