Beinta í Jákupsstovu við nýggjari bók um fólkaræði

Beinta í Jákupsstovu við nýggjari bók um fólkaræði
Nýggja bókin hjá Beintu í Jákupsstovu um fólkaræði er ætlað sum ískoytistilfar til miðnámslesandi og 1. árs-lesandi á Fróðskaparsetrinum.
 
14.08.2023 - 17:36

Ein spildurnýggj bók um fólkaræði er komin í handlarnar. Tað er Beinta í Jákupsstovu, professari, sum hevur skrivað bókina, sum ber heitið "Fólkaræði - hvat, hví og hvussu".

Fólkaræði er eitt stórt og fjølbroytt evni, ið er átrokandi at viðgera í hesum tíðum. Eftir at Berlinmúrurin fall í 1989, gekk fólkaræðið sína sigursgongd kring heimin, men seinastu áratíggjuni hava aðrar stýrisskipanir tikið seg fram og lagt fólkaræðið undir trýst. Fólkaræði er ikki nøkur sjálvfylgja, men má verjast og røkjast fyri at kunna mennast, skrivar Nám um bókina. 

Bókin er bæði ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum og sum ískoytistilfar til miðnámslesandi í samfelagsfrøði, søgu og heimspeki, ið ynskja at kava djypri niður í evnið fólkaræði, t.d. í verkætlanararbeiði ella tvørfakligum samstarvi. Eisini hevur bókin almennan áhuga fyri øll, ið ynskja eina innleiðslu til evnið.

Bókin er stutt og um stór evni, men Nám vónar, at bókin kann vera ein stuðul til at skilja og meta um aðrar tekstir um fólkaræði, samstundis sum bókin er ein brellbiti til at lesa meira um evni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. mai
Góðan morgun Føroyar
175168
Hósdag 16. mai
Morgunlestur hósdagur 16. mai 2024
174856
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958