Stuðul til øðrvísi orkuloysnir

Stuðul til øðrvísi orkuloysnir
Nú ber til at søkja um stuðul til alternativar grønar orkuloysnir
 
25.08.2023 - 11:11

Tað boðar Umhvørvismálaráðið frá.

Endamálið við stuðlinum er at útvega vitan og royndir við atliti at øðrvísi orkumøguleikum. Talan kann eitt nú vera um kanningar, skjalfesting og praktiskar royndir.

1,8 milliónir krónur eru játtaðar til endamálið.

Møguleiki er at fremja verkætlanirnar saman við Orku á Umhvørvisdeildini og Jarðfeingi. Tey, ið kunnu søkja eru kommunur, felagsskapir og privat feløg. 

Freistin at søkja er 1. oktober. Meira kunning fæst á heimasíðuni umhvorvi.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. mai
Patursson - teknmálstulkað
175800
Mikudag 29. mai
Foytar verkfalsgreyðir
175768
Mikudag 29. mai
Foytar greyðir: Verkfalsmatur
175766